Innanlands

Alt fleiri 737-flogfør verða sett fyribils

Tey sleppa tó framvegis at flúgva um alt Evropa og Norðuramerika

Eitt flogfar av slagnum Boeing 737 Max 8 hjá amerikanska flogfelagnum Southwest Airlines (Mynd: EPA)

Eitt flogfar av slagnum Boeing 737 Max 8 hjá amerikanska flogfelagnum Southwest Airlines (Mynd: EPA)

2019-03-12 08:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í USA fáa Boing flogførini av slagnum 737 Max 8 framvegis loyvi til at flúgva hóast tvey flogfør av hesum slagnum eru dottin niður í seinastuni. Tað upplýsir amerikanski samferðsluráðharrin, Elaine Chao.

Hon sigur, at amerikansku flogferðslumyndugleikarnir, FAA, framvegis eru floggóð.

Tað var eitt Boeing-flogfar av hesum slagnum, sum sunnudagin datt niður í Etiopia. Tilsamans 157 fólk lótu lív í vanlukkuni.

- Um FAA sigur, at nakar trupulleiki er, sum ávirkar trygdina, so tekur ráðharrin straks eina nýggja støðu. Tað er av týdningi, at øll skilja, at vit taka hesar vanlukkurnar í allar størsta álvara, sigur Elaine Chao.

Flogvanlukkan sunnudagin var aðru ferð innan seks mánaðir, at eitt Boeint 737 Max 8 flogfar datt niður. Tað fyrra var eitt flogfar úr Indonesia, sum datt niður í havið, og 189 fólk lótu lív.

Evropeiski flogferðslutrygdarmyndugleikin, EASA, sendi í gjár út eitt tíðindaskriv, har tað stendur, at stovnurin er í tøttum sambandi við FAA og við flogframleiðaran, men at EASA enn ikki hevur stig til at ”grounda” flogfarið, sum tað verður sagt, tá tey fáa bann fyri at flúgva.

Meðan USA og Evropa framvegis loyva hesum slagnum av Boeing-flogførum sleppa á flog, hava flogfeløg kring heimin tikið avgerð um at seta flogførini fyribils, meðan arbeitt verður við at finna útav, hvat hendi tá flogfarið hjá Ethopian Airlines datt niður.

Hesi flogfeløg hava sett síni Boeing 737 Max 8 flogfør:
Aerolíneas Argentinas, Argentina
Aeroméxico, Meksiko
Cayman Airways, Caymanoyggjar
Comair, Suðurafrika
Eastar Jet, Suðurkorea
Ethiopian Airlines, Etiopia
Gol Airlines, Brasil
MIAT Mongolian Airlines, Mongolia
Royal Air Maroc (RAM), Marokko
Jet Airways, India

Harafturat hava myndugleikarnir í Kina og Indonesia givið øllum sínum flogfeløgum boð um at seta síni Boeing 737 Max flogfør. Sama gera myndugleikarnir í Singapore, galdandi frá seinni í dag, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder