Í ár eru 60 ár síðan Jens Christian Christiansen, vanliga nevndur Kissa, læt klædnahandilin "Hjá Kissa" upp í Tórsgøtu, og tað verður hátíðarhildið leygardagin.
- Hann legði seg eftir at selja dygdarvørur, og tað hava vit gjørt síðani. Tað haldi eg hevur gjørt, at vit hava yvirlivað, sigur abbasonurin, Birgir Carlsson, sum í dag rekur og eigur handilin.
- Lutvíst verður handilin, sum selur mannafólkaklæðir, rikin á sama hátt sum fyri 60 árum síðan, men hevur sjálvsagt flutt seg við mótanum, sigur hann.
(Mynd: Petur Zachariassen)
Jens Christian Christiansen doyði í 1996, og dótturin Elin Guttesen tók yvir. Sonur Elina, Birgir Carlsson, sum annars er bankalærdur, kom inn í myndina í ár 2000, og fyrstu árini høvdu tey handilin saman.
Birgir Carlsson er í dag einsamallur eigari.
- Vit hava nógvar tilkomnar stamkundar, men tann yngri maðurin kemur eisini at keypa klæðir frá okkum, og tað er gott, staðfestir Birgir Carlsson.
- Vónandi klárar handilin 60 ár afturat, men tað verður so ikki við mær, sigur Birgir Carlsson flennandi.
Hoyr prátið sum Petur Zachariassen gjørdi við Birgir Carlsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald