Uttanlands

Altjóða revsidómstólurin avvísir ísraelska kæru um handtøkuboð

Altjóða revsidómstólurin ICC gav í fjør boð um at handtaka ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu fyri krígsbrotsverk

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-10-18 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altóða revsidómstólurin (ICC) hevur avvíst eitt kærumál hjá Ísrael, sum vil hava boðini um at handtaka ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu og fyrrverandi ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Gallant ógildað.

Tað var í november 2024, at ICC sendi út handtøkuboðini Netanyahu og Gallant skulu sambært ICC handtakast fyri "brotsverk móti mannaættini og brotsverk framd frá í minsta lagi 8. oktober 2023 til í minsta lagi 20. mai 2024".

Sambært Netanyahu eru ákærurnar móti honum antisemitiskar, og í mai bað Ísrael ICC um at ógilda handtøkuboðini. Hendan umbønin varð ikki gingin á møti, og tí kærdi Ísrael avgerðina í summar. Fríggjadagin boðaði ICC so frá, at kæran var avvíst, skrivar Ritzau.

Grundgevingin hjá ICC var, at spurningurin, sum Ísrael hevði reist, ikki var egnaður til eitt kærumál.

Umframt Netanyahu og Gallant hevur ICC eisini givið boð um at handtaka tríggjar leiðarar úr palestinsku Hamas-rørsluni, sum eru ákærdir fyri at hava framt krígsbrotsverk. Men hesi handtøkuboðini vórðu tikin aftur, eftir at leiðararnir vórðu dripnir í Gaza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder