Sørvágs kommuna og ArtiCon hava gjørt sáttmála at útbyggja Alvalon í Sørvági. Hesum hevur Sørvágs kommuna boða frá á heimasíðu sínari.
Nýggi bygningurin, við tveimum hæddum, gevur ymiskar nýggjar møguleikar fyri dagstovnin :
- Nýggi bygningurin verður 24 metrar langur og 10 metrar breiður. Bygningurin verður í tveimum hæddum við lofti. Niðasta hæddin er til umsiting/starvsfólk, har skrivstovur og fundarhøli mynda hæddina. Á miðhæddini eru tvær barnagarðsstovur við umklæðing, bólkarúmi, hvílirúmi, motorikrúmi, sansarúmi og vátrúmun. Á loftinum er hugsavningarstað til børnini.
Sørvágs kommuna skrivar eisini, at millum verandi og nýggja bygningin verður høvuðsinngongdin, ið virkar sum bindilið til allar stovurnar á stovninum. Niðasta hæddin verður úr betong; bæði veggir og dekk. Ovara hæddin og tekjan verða gjørd sum timburelementir í høllini hjá ArtiCon á Sundi.
Ætlanin er at gera byggiplássið klárt og byrja jørðarbeiðið nú í september. Bygningurin skal avhendast um eitt ár - í september 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald