Innanlands

Alvi og Óli eisini til Bergen Swim Festival

Higartil skulu 16 føroyskir svimjarar til Bergen

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2019-02-27 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

SuSwim Open 19 varð hildið í Vági um vikuskiftið. Av teimum 97 svimjarunum, sum luttóku í kappingini, megnaðu 14 teirra at svimja seg undir kravtíðina til Bergen Swim Festival 2019.

Men tveir aðrir føroyskir svimjarar hava eisini svomið seg undir kravtíðina. Tað eru útisetarnir Óli Mortensen og Alvi Hjelm.

Svimjing.com skrivar tó, at hóast hesir báðir hava svomið seg undir kravtíðina, so er mest sannlíkt at teir heldur luttaka á Danish Open 2019, sum er sama vikuskiftið sum Bergen Swim Festival. Orsøkin er, at báðir tveir svimja í Danmark.

Svimjararnir, sum hava svomið seg undir kravtíðina til Bergen Swim Festival eru:

  • Alvi Hjelm (1996), HS
  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Óli Mortensen (1996), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder