Innanlands

Alzheimerfelagið 20: Filmsýning í Filmsfelagnum í kvøld

Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, at innleiða sýningina viðnýggja danska heimildarfilminum hjá Louisu Detlefsen ”Det er ikke slut endnu”, sum snýr seg um røktarheimið Dagmarsminde. Almenna sýningin byrjar klokkan 20

2021-10-06 12:38 Author image
Innsent
placeholder

 Í annaðkvøld fer Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, at innleiða sýningina í Filmsfelagnum við nýggja danska heimildarfilminum hjá Louisu Detlefsen ”Det er ikke slut endnu”.

Á fyrimyndarliga røktarheiminum Dagmarsminde fylgja vit sjúkrarøktarfrøðinginum og eldsálini, May Bjerre Eiby, sum ikki gongur so nógv upp í spesifikkar demensdiagnosur ella medisin, eftirsum hvørki tykjast bøta um lívsgóðskuna hjá teim ellivu búfólkunum.

Ístaðin hava May og hennara starvsfólk í størri mun lagt seg eftir einum viðgerðarhátti, sum byggir á 150 ára gomlu tankarnar hjá Florence Nightingale. May rópar viðgerina umsorgan, har fevnandi nærvera, samrøða, stuttleiki, eygasamband og kenslan av felagsskapi eru fremstu partar í uppskriftini. Endamálið er at kveikja verandi heilsuskipan og skapa fatan fyri einum nýggjum máta at vera um menniskju, ið verða rakt av demensi, uppá - at skifta frá medisini til umsorgan.

Sýningin, sum byrjar í Havnar Bio klokkan 20, er almenn.

Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder