Innanlands

Alzheimerfelagið spyr avvarðandi hvussu tey hava tað

Fyri at vita um støðan er broytt í Føroyum seinnu árini, skipar Alzheimerfelagið á øðrum sinni fyri talgildari spurnakanning við heitinum "Hvussu hevur tú tað?"

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-04-26 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Alzheimerfelagið er farið í holt við eina nýggja kanning av umstøðunum hjá avvarðandi til persónar við demensi.

– Demensur hevur stóra ávirkan á tann, sum verður raktur, men eisini nærmasta familjan verður hart rakt. Eitt nú staðfesti føroysk kanning frá 2020, at meira enn helvtin av avvarðandi hjá persónum við demensi upplivdu strongd og trupulleikar við at sova, eins og ein stórur partur hevði tekin um tunglyndi. Fjórði hvør avvarðandi svaraði somuleiðis, at arbeiðslívið var ávirkað av støðuni, skrivar Alzheimerfelagið.

Fyri at vita um støðan er broytt í Føroyum seinnu árini, skipar Alzheimerfelagið á øðrum sinni fyri talgildari spurnakanning við heitinum "Hvussu hevur tú tað?"

Kanningin verður gjørd í samstarvi við Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum og Deildina fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum. Endamálið við kanningini er at varpa ljós á støðuna hjá avvarðandi kring landið, so til ber at vísa á, hvørjir batar kunnu gerast, skrivar Alzheimerfelagið, sum vónar, at nógv avvarðandi fara at svara kanningini.

Kanningin er at finna á heimasíðuni alzheimer.fo. Til ber eisini at svara spurnarkanningini her. Øll, ið svara kanningini eru dulnevnd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder