
Broccoli-familjan hevur síðan 1962 átt rættindini til James Bond-heimin, men framyvir verður tað Amazon, sum hevur ræðið á filmsrøðini.
Amazon keypti móðirfelagið hjá James Bond í 2022 og stovnaði samstundis Amazon MGM Studio, sum nú fer at avgera, hvat skal henda við James Bond.
Barbara Broccoli og Michael G. Wilson verða framvegis sameigarar av James Bond-røðini, men framyvir verða kreativu avgerðirnar tiknar av Amazon.
Seinasti James Bond-filmurin, "No Time to Die", sum m.a. inniheldur upptøkur úr Kalsoynni, kom út fyri fýra árum síðan. Tað var seinasti filmurin um Agent 007 við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum.
Amazon skal nú gera av, hvør sjónleikari skal yvirtaka leiklutin eftir Daniel Craig, men enn er eingin tíðarætlan fyri, nær næsti filmurin skal gerast, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald