Seinni í hesum árinum verður fyrsta sesongin av nýggjari “Ringanna Harri”-røð tøk á Amazon.
Talan er um eina stóra og dýra sendirøð, tí sambært Hollywood Reporter hevur fyrsta sesongin av røðini kostað 465 mió. dollarar.
Eins og vælumtókta filmsrøðin hjá Peter Jackson, sum kom út fyri 20 árum síðani, verður nýggja sendirøðin tikin upp í Nýsælandi.
Tað eru skjøl frá nýsælendsku stjórnini, sum vátta stóru upphæddina. Eisini framgongur, at ætlanin er at taka upp fimm sesongir, umframt eina møguliga spin-off røð. Fyrsta sesongin hevur átta partar.
Kostnaðurin fyri at taka upp nýggju røðina, sum tekur støði í bókunum hjá J.R.R. Tolkien, liggur væl omanfyri tað, sum tað kostaði at taka upp “Game of Thrones”, ein av best umtóktu røðunum í heiminum. Ein partur kostaði 15 mió. dollarar, og fyri eina sesong við seks pørtum, kostaði hon tilsamans 90 mió. dollarar.
Kostnaðurin fyri at taka upp filmarnar hjá Peter Jackson, sum komu út í árunum 2001-2003, var samanlagt 281 mió. dollarar. Tað er næstan sama upphædd, sum Amazon mátti brúka bara fyri at fáa rættindini til fantasyheimin hjá Tolkien. Amazon keypti rættindini í 2017 fyri 250 mió. dollarar.
Sambært B.T. verður hildið, at nýggja røðin hjá Amazon verður tann fyrsta sendirøðin, sum fer at kosta omanfyri eina mia. dollarar at framleiða. Nýggja røðin fylgir ikki hendingunum í tríverkinum hjá Tolkien. Hon gongur í staðin fyri seg fleiri túsund ár áðrenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald