
Persónar við tøttum tilknýti til amerikanska forsetan og Hvítu húsini hava verið á vitjan í Grønlandi fyri at gera ein lista yvir nøvn á grønlendskum borgarum, sum stuðla Donald Trump, forseta, og hansara ætlanum um at yvirtaka Grønland.
Hetta kundi Danmarks Radio avdúka í gjár.
Á listanum eru nøvn á grønlendingum, sum USA roynir at fáa í eina rørslu, sum skal virka fyri at Grønland kvettir sambandið við Danmark.
Minst tríggir amerikanarar við tilknýti til forsetan hava verið í Grønlandi og roynt at ávirka har, vátta stjórnar- og fregnarkeldur í Grønlandi og USA.
Danmarks Radio hevur havt fleiri fundir við keldurnar, síðan Trump tók við valdinum í januar í ár.
Keldurnar tosa um infiltratión og ávirkanarvirksemi og meta, at endamálið við vitjanunum er at ávirka grønlendska samfelagið við tí endamáli at fáa grønlendingar at venda sær móti USA heldur enn Danmark.
Upplýsingarnir koma frá átta keldum, sum hava tosað við teirri treyt, at tey kunnu vera ónevnd.
Tað er ikki eydnast DR at avgera, um amerikansku menninir arbeiða av egnum ávum, ella um teir arbeiða eftir boðum aðrastaðni frá.
Danmarks Radio kennir nøvnini á amerikansku monnunum, men hevur valt ikki at kunngera nøvn teirra til tess at verja sínar keldur.
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, upplýsti í gjár, at amerikanski sendiharrin er kallaður til fundar í uttanríkisráðnum at fáa greiði á hvat vendir upp og niður í hesum máli. Um talan er um almenna íblanding í grønlendsk viðurskifti, so er tað í stríð við altjóða reglur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald