
Amerikanska løgmálaráðið hevur stevnt kaliforniska stórbýin Los Angeles fyri at forða samveldismyndugleikum í at handhevja tilflytingarlógina, skriva fleiri tíðindastovur.
Sambært amerikanska løgmálaráðnum hava lokalar lógir forðað løgregluni í býnum í at samstarva við samveldismyndugleikar um innsavning og deiling av upplýsingum um persónar uttan amerikanskan ríkisborgaraskap.
Seinasta mánaðin hevur amerikanska stjórnin sligið hart niður á mótmælini av tilflytingarlóggávuni í Los Angeles, og í juni setti amerikanski forsetin, Donald Trump herfólk frá m.a. tjóðarhirðuni inn fyri at handfara mótmælini, hóast guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom ikki hevði biðið um hjálp. Newsom fanst at forsetanum fyri at brúka tjóðarhirðuna, sum sambært honum var óneyðugt. Eisini borgarstjórin í Los Angeles, Karen Bass hevur funnist at Trump.
Sambært embætisfólki í amerikanska løgmálaráðnum, fer umsitingin hjá Trump framhaldandi at handhevja lógina í Los Angeles, uttan mun til, um lokalu myndugleikarnir ella íbúgvarnir taka undir við tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald