Mentan

Amerikanski sjónleikarin Mike Hagerty deyður

Mike Hagerty, sum m.a. er kendur fyri at hava havt smærri leiklutir í fleiri kendum sjónvarpsrøðum, andaðist herfyri

(Mynd: 20th Century Studios)

(Mynd: 20th Century Studios)

2022-05-07 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski sjónleikarin, Mike Hagerty, er deyður, 67 ára gamal.

Seinastu nærum 40 árini er hann vorðin kendur m.a. fyri at hava spælt smærri leiklutir í einari langari røð av kendum sjónvarpsrøðum.

Millum tær kunnu nevnast "Cheers", "Seinfeld", "Brooklyn Nine-Nine", "Community", "CSI", "Glee", "Grey's Anatomy" og "Friends".

Mike Hagerty andaðist í Los Angeles. Hvør deyðsorsøkin er, er, sambært fleiri aðltjóða miðlum, ikki upplýst. Eftir situr kona hansara, Mary Kathryn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder