Amerikanski sjónleikarin Ned Beatty er deyður. Tað skriva fleiri miðlar, m.a. TMZ.
Hann andaðist sunnudagin av natúrligum orsøkum, 83 ára gamal. Hann andaðist í Los Angeles, har familjan var hjástødd.
Ned Beatty, sum m.a. hevur verið tilnevndur eina Oscar-, Golden Globe-, og Emmy virðisløn, hevur spælt við í fleiri enn 150 filmum og sjónvarpsrøðum.
Hann fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í 1972, tá hann spældi høvuðsleiklutin sum Bobby Trippe í filminum "Deliverance". Hann hevur eisini spælt við í fleiri sjónvarpsrøðum sum "MASH", "CSI", og "Murder She Wrote".
Eftir sita kona Ned Beatty, Sandra Johnson, og átta børn hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald