
Í morgun vórðu amerikansku tolltiltøkini á 25 prosent upp á kanadiskar og meksikanskar vørur settar í gildi. USA hevur samstundis hækkað tollsatsirnar á innfluttar vørur úr Kina úr 10 til 20 prosent.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði á einum tíðindafundi í gjárkvøldið, okkara tíð, at tollsatsirnir fóru at koma í gildi.
Trump skrivaði fyrst í februar undir eini boð um at seta í gildi toll á vørur úr Meksiko, Kanada og Kina.
Tollurin á kanadiskar og meksikanskar vørur skuldu eftir ætlan koma í gildi beinanvegin, men varð tó útsettur.
Orsøkina til at seta tollin á vørurnar, segði forsetin vera, at narkotika í stórum nøgdum streymar inn í USA úr Meksiko og Kanada
Trump hevur skuldsett bæði londini fyri ikki at gera nóg mikið fyri at støðga streyminum av fentanyl og tilflytarum til USA.
Í gjár skrivaði forsetin undir eini fyrisitingarlig boð um at hækka tollin á vørur úr Kina eisini.
Við kravboðunum verður tollurin hækkaður úr 10 til 20 prosent, eins og Trump eisini hevur boðað frá frammanundan.
Kina hevur ætlanir um 10. mars at innføra toll á millum 10 og 15 prosent á fleiri amerikanskar vørur. Hetta boðaði kinesiska fíggjarmálaráðið frá í morgun, sambært Reuters.
Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, segði í morgun okkara tíð, at landið fer at leggja 25 prosent toll á innfluttar amerikanskar vørur um so er, at Trump ger álvara av sínum tollhóttanum.
Í morgun hevur tó ongin fráboðan verið um, at nýggjur tollur á amerikanskar vørur til Kanada er settur í gildi.
Meksikanski forsetin, Claudia Sheinbaum, segði í gjár, at stjórn hennara bíðar eftir avgerðini hjá Trump, men sigur seg hava alternativar ætlanir, um tollurin gerst veruleiki, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald