Uttanlands

Amerikanskir senatorar til Danmarkar

Teir skulu m.a. hitta Uttanríkispolitisku Nevndina og Grønlandsnevndina hjá Fólkatinginum

Capitol Hill (Mynd: EPA)

Capitol Hill (Mynd: EPA)

2026-01-12 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni fara fleiri senatorar til Danmarkar, har teir skulu hitta Uttanríkispolitisku Nevndina hjá Fólkatinginum.

Sambært formanninum í nevndini, Christian Friis Bach úr Vinstra eru tað teir, sum hava sett seg í samband við hann.

Sambært TV2 verður fundurin fríggjadagin.

Fundurin kemur í kjalarvørrinum á útsøgnum hjá m.a. amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum hevur endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland.

Á fundinum luttaka m.a. grønlendsku fólkatingsumboðini, Aki-Matilda Høegh-Dam úr Naleraq og Aaja Chemnitz úr Inuit Ataqatigiit, sum báðar eru limir í nevndini, skrivar Ritzau.

Sambært Chemnitz skulu senatorarnir eisini hitta Grønlandsnevndina. Eisini sigur hon, at amerikanska vitjanin er komin í lag eftir ein fund, hon hevði við republikanska senatorin Lisa Murkowski í farnu viku.

Mikudagin skal amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio eftir ætlan hitta danska uttanríkismálaráðharran, Lars Løkke Rasmussen og grønlendsku landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt.

Les eisini: Miðlar: Løkke og Motzfeldt á fund við Rubio mikudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder