Uttanlands

Amerikanskt eftirlit kannar Jack Smith

Ákærin, sumstóð á odda fyri fleiri málum móti amerikanska forsetanum Donald Trump, verður nú kannaður

Jack Smith (Mynd: EPA)

Jack Smith (Mynd: EPA)

2025-08-03 13:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska eftirlitið Office of Special Council (OSC) kannar í løtuni sakføraran Jack Smith, sum áður hevur staðið á odda fyri fleiri málum móti amerikanska forsetanum Donald Trump.

Málini snúgva seg m.a. um, at Trump skal hava noktað at lata aftur loynilig skjøl, eftir at fyrsta valskeið hansara endaði í 2021. Eisini varð Trump ákærdur fyri at hava roynt at ógilda úrslitið av amerikanska forsetavalinum í 2020, tá hann tapti móti demokratinum Joe Biden.

Sjálvur hevur Trump noktað seg sekan í báðum ákærum, sum sambært honum vórðu politiskt motiveraðar, skrivar Ritzau.

Tað er republikanski senatorurin, Tom Cotton úr Arkansas, sum hevur heitt á OSC um at kanna Jack Smith, sum sambært Cotton royndi at forða Trump í at verða afturvaldur á valinum í 2024. Trump bleiv tó afturvaldur, og málini vórðu droppað.

Kannað verður nú, um Jack Smith hevur brotið sonevndu Hatch Act, sum forðar politisk embætisfólk í at brúka embæti sítt til politiskt virksemi.

Jack Smith, sum fór frá sum serligur ákæri fyrr í ár, hevur ferð eftir ferð víst aftur, at ákærurnar skulu hava verið politiskt motiveraðar.

Tað er ógreitt, hvør avleiðingin verður, um kanningin vísir, at hann hevur brotið lógina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder