
Hvítu húsini í Washington boðaðu tíðliga í morgun frá, at amerikansku herdeildirnar í Miðeystri framvegis eru í verjustøðu.
Landsins forseti, Donald Trump, kom annars í nátt við einum stuttum boðum á Truth Social, har hann skrivaði, at øll í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, í stundinu skuldu rýma úr býnum.
Hetta førdi til tos um USA kanska hevði ætlanir um at fara saman við Ísrael upp í kríggið móti Iran. Síðan fríggjadagin hava Ísrael og Iran sent bumburakettir móti hvørjum øðrum.
Hesi tíðindi fingu ferð, tá Hvítu Húsini boðaðu frá, at Trump fór av G7-toppfundinum í Kanada fyri at venda heim í Hvítu Húsini orsaka av støðuni í Miðeystri.
Í gjár kundi staðfestast, at stóri amerikanski flogberin, USS Nimitz, broytti kós í Landsynningaasia, og sambært Reuters, setti kós móti Miðeystri.
Samstundis komu boð um, at fleiri amerikansk herskip eftir ætlan skuldu fara tvørtur um hav móti Miðeystri. Ein ónevndur amerikanskur embætismaður váttaði, at Hegseth verjumálaráðið hevði givið USS Nimitz boð um at seta kós móti Miðesystri – men ger samstundis vart við, at hetta bert er fyri at stuðla verjustøðuna.
Embætisfólk í Hvítu Húsunum og verjumálaráðnum Pentagon, undirstrika nú, at talan bert er um at styrkja amerikansku verjustøðuna.
Alex Pfeiffer, talsmaður í Hvítu Húsunum hevur á X viðmerkt eini dagføring, har sagt verður at USA skal hava havt ætlanir um at leypa á Iran.
- Hetta er ikki satt. Amerikanskar herdeildir verða verandi í somu verjustøðu, og hetta hevur ikki broytt seg. Vit vilja verja amerikansk áhugamál, skrivar hann.
Pete Hegseth, verjumálaráðharri, hevði sama boðskap í eini samrøðu við sjónvarpsstøðina Fox News:
- Vit eru í verjustøðu í økinum fyri at styrkja okkara stremban eftir eini friðaravtalu, og vit vóna avgjørt, at tað er tað, sum hendir, segði Hegsseth, sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald