Í dag skuldi amerikanski flotamálaráðharrin, Carlos Del Toro, koma á almenna vitjan í Føroyum.
Men amerikanska hernaðarflogfarið av slagnum Golfstream C-37B, sum eftir ætlan skuldi lenda um hálvgun eitt tíðina í dag, fekk ikki lent.
Eftir at hava sveimað yvir Føroyum í eina tíð, vendi flogfarið nøsina móti Skotlandi.
Av Tinganesi verður váttað, at gesturin ikki fekk lent. Uttanríkisráðið kemur út við nærri kunning seinni, um hvat víðari hendir.
Ætlandi skuldi fundur vera millum Del Toro og Høgna Hoydal í Tinganesi í dag, og so skuldi tíðindafundur vera klokkan 18.30.
Umframt fundin á Tinganesi, skuldi amerikanski ráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd og vitja á Vørn, Mest, Arktisk Kommando og Atlandsflogi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald