Uttanlands

Amerikanskur sendimaður: Franska stjórnin ger ikki nóg mikið fyri at basa antisemitismu

Tað kann ikki góðtakast, at ein sendimaður leggur seg uppí innanríkispolitikk, sigur franska uttanríkismálaráðið, sum hevur innkallað sendimannin til samrøðu

Charles Kushner, amerikanskur sendimaður í Fraklandi saman við konu síni Seryl Stadtmauer Kushner (Mynd: EPA)

Charles Kushner, amerikanskur sendimaður í Fraklandi saman við konu síni Seryl Stadtmauer Kushner (Mynd: EPA)

2025-08-25 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franska stjórnin hevur ikki gjørt nóg mikið í stríðnum móti antisemitismu, sigur amerikanski sendimaðurin í Fraklandi, Charles Kushner í brævi til franska forsetan, Emmanuel Macron, sum er almannakunngjørt í blaðnum Wall Street Journal.

Kushner skrivar, at hann er sera stúrin um vaksandi antisemitismu í Fraklandi, og at stjórnin hjá Macron ikki ger nóg mikið fyri at handfara trupulleikan.

– Í Fraklandi gongur ikki ein dagur, har jødar ikki verða álopnir á gøtuni, at synagogur, ella skúlar verða skemdar, ella jødiskar fyritøkur verða útsettar fyri herverki.

Franska uttanríkismálaráðið vísir atfinningunum hjá Kushner aftur og sigur, at sendimaðurin verður innkallaður til samrøðu um brævið. Sambært uttanríkismálaráðnum kunnu útsagnirnar hjá Kushner ikki góðtakast, og eiga sendifólk ikki at leggja seg uppí innanríkispolitikk.

Charles Kushner kemur sjálvur úr einari jødiskari familju, og foreldur hansara yvirlivdu holovaust undir seinna heimsbardaga. Sonur hansara, Jared Kushner er giftur Ivanka Trump, sum er dóttir amerikanska forsetan Donald Trump.

Talið á jødum í Fraklandi er umleið ein hálv millión, og seinastu árini er talið á "antisemitiskum gerðum" vaksið, sigur franska innlendismálaráðið. Tað er ógreitt, hvørjar "antisemitiskar gerðir" talan er um.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder