Innanlands

Amerikonsk flotavitjan í Føroyum

Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum mánadagin, og vitjanin varir til hósdagin – Talan er um fyrsta kjarnorkurikna far, sum kemur í føroyska havn, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Amerikanski kavbáturin USS New Mexico, sum skifti manning í Nólsoyarfirði í vár (Mynd: Wikipedia)

Amerikanski kavbáturin USS New Mexico, sum skifti manning í Nólsoyarfirði í vár (Mynd: Wikipedia)

2023-06-24 10:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin kemur eitt kjarnorkurikið far hjá amerikanska flotanum á vitjan í Føroyum. Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum mánadagin, og vitjanin varir til hósdagin.

Talan er um fyrsta kjarnorkurikna far, sum kemur í føroyska havn, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Farið hevur treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum. Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Í sambandi við vitjanina kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, eisini til Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder