Tað koma enn óvæntað úrslit frá miðskeiðisvalinum í USA fyri góðari viku síðani. Í gjár varð boðað frá, at demokraturin Scott Colom hevur vunnið á sitandi republikanska senatorinum, Cindy Hyde-Smith, og verður nýggjur senatorur í statinum Mississippi.
Valsigurin var tepur, men í gjár kundi CNN kunngera eftir at 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp, at Colom stendur til at fáa 49,2 prosent av atkvøðunum, meðan Hyde-Smith fær 48,7 prosent.
Hetta er fyrstu ferð síðan 1982, at ein demokratur verður valdur í senatið í Mississippi. Scott Colom er, sambært Reuters, tann fyrsti litti senatorurin í statinum síðan 1874, beint eftir amerikanska borgarakríggið.
Valmyndugleikarnir hava brúkt meira enn eina viku til at telja atkvøðurnar í einum valið, ið var so tætt, at Colom til tíðir lá odda við bert nøkrum heilt fáum stkvøðum, skrivar Reuters.
Við hesum sigrinum hava demokratarnir nú 55 pláss í Senatinum og republikanararnir 44. Ein triðingur av teimum 100 limunum í Senatinum eru á vali sætta hvørt ár.
Eftir er nú einans úrslitið úr statinum Alaska.
Republikannarnir hava eisini mist meirilutan í umboðsfólkatinginum. Demokratarnir hava nú 254 limir móti 168 til republikanararnir. Umboðsfólkatingið hevur 435 limir og enn vantar úrslitið fyri 13 av sessunum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald