Uttanlands

Amnesty International óynsktur felagsskapur í Russlandi

Altjóða mannarættindafelagsskapurin sleppur ikki longur at virka í Russlandi

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-05-19 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir

Russland hevur nú boðað frá, at mannarættindafelagsskapurin Amnesty International verður flokkaður sum ein "óynsktur felagsskapur".

Amnesty varð stovnaður í 1961 og stendur á odda fyri altjóða mannarættindaátøk.

Amnesty hevur m.a. funnist at Russlandi fyri kríggið í Ukraina, fyri at avmarka talifrælsið, og fyri at forfylgja m.a. samkyndum.

Russland leggur høvuðsdeildina hjá Amnesty í London undir at vera ein "depil fyri fyrireiking av altjóða russofobiskum verkætlanum, sum eru fíggjaðar av samsekum hjá Kyiv-stýrinum", skrivar Ritzau.

Russland heldur, at endamálið hjá Amnesty er at avbyrgja Russland politiskt og búskaparliga.

Seinastu árini hevur Russland bannað fleiri øðrum felagsskapum. Felagsskapir, sum verða flokkaðir sum óynsktir í Russlandi, fáa forboð móti at virka í landinum. Sambært tíðindastovuni AP eru í løtuni 223 felagsskapir, sum eru óynsktir í Russlandi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald