Uttanlands

Amnesty: Litava fer illa við flóttum

Nógvir hava greitt altjóða mannarættindafelagsskapinum frá, at teir verða píndir og afturhildnir ólógliga

Flóttafólkalega nærindis markið millum Litava og Hvítarussland (Mynd: EPA)

Flóttafólkalega nærindis markið millum Litava og Hvítarussland (Mynd: EPA)

2022-06-27 19:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Litava verða flóttar tilvildarliga afturhildnir og útsettir fyri píning, sigur altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International í nýggjari frágreiðing.

Sambært Amnesty snýr tað seg um túsundatals fólk, sum verða afturhildin av myndugleikunum. Tey tykjast at verða tilvildarliga útvald í hernaðarlíknandi hølum, har flóttar fáa innivist í skirvisligum bingjum.

Serliga verður lagt dent á ein depil nærindis markið til Hvítarussland, Medininkai,, skrivar Ritzau.

Amnesty sigur seg hava tosað við ein hóp av flóttum úr Kamerun, Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Irak, Nigeria, Sýria og Sri Lanka, sum hava greitt frá, at teir m.a. hava verið afturhildir ólógliga og hava verið útsettir fyri harðskapi.

Tá fólk hava mótmælt atburðin hjá vaktunum á staðnum, hava vaktir svarað aftur við m.a. piparspray.

Sambært Amnesty er orsøkin til, at myndugleikarnir í Litava fara so illa við flóttunum, at teir royna at fáa flóttarnar at fara heimaftur av sær sjálvum. Hjá nógvum teirra verður umsóknin um friðskjól ongantíð viðgjørd.

Amnesty leggur eisini myndugleikarnar undir at vera rasistiskar og vísir á, at upplivingin hjá flóttum, sum koma úr áðurnevndum londum er ein heilt onnur enn hjá teimum, sum koma úr Ukraina orsakað av krígnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder