Russisku krígsgerðirnar í Ukraina byggja víðari á skipað brot móti mannarættindunum. Hetta staðfestir Amnesty International í ársfrágreiðing síni.
Sambært frágreiðingini er álopið á Ukraina eitt grovt brot á altjóða rætt. Amnesty heldur, at gróðrarbotnurin fyri krígsgerðunum er skaptur við at landið í eitt longti tíðarskeið hevur hildið teimum, sum stríðast fyri mannarættindunum niðri.
Felagsskapurin vísir á stóra mannarættindaligar trupulleikar í Russlandi og Hvítarusslandi, millum annað avmarkaða framsøgu- og pressufrælsið. Samstundis minnir Amnesty á, at tað ikki bert eru í hesum londum, at mannarættindini ikki verða hildin.
Sum dømi verða nevnd umfatandi politisk runublaking móti journalistum í Bosnia og Hercegovina og Kroatia. Eisini í Bulgaria, Kekkia og Slovenia hava myndugleikarnir roynt at ávirka public-service miðlarnar.
Harafturat kemur, at Turkaland framvegis er eitt av londum, sum hevur sent flest journalistar í fongsul, skrivar finska kringvarpið, YLE.
Amnesty skuldsetir eisini heimsins ríku lond fyri sjálvsøknan koppsetingarpolitikk. Sambært felagsskapinum hava tey ríku londini keypt skamtir í milliónatali undir seg av koronaheilivági. Keyp, ið ikki hava verið neyðug, og sum hava gingið út yvir tey fátækaru londini.
Eitt nú hava yvir 70 prosent av øllum fólkum í ES londunum fingið koppseting, meðan tilsvarandi talið millum fólkið í Afrika liggur undir átta prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald