Uttanlands

Amy Coney Barrett tilnevnd til hægstarættardómara

Vald við 52 av teimum 100 atkvøðunum í Senatinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-27 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein meiriluti í amerikanska góðkendi í nátt, okkara tíð, Amy Coney Barrett til nýggjan dómara í hægstarætti, ovasta dómstóli í landinum.

52 atkvøddu fyri og 48 atkvøddu ímóti.

Republikanararnar hava meiriluta og sita á 53 av teimum 100 sessunum í Senatinum. Susan Collins, senatorur frá Maine, var einasti republikanari, sum atkvøddi ímóti saman við øllum demokratisku senatorunum, skrivar Reuters.

Amy Coney Barrett var tilnevnd til henda týðandi sessin av Donald Trump, forseta, eftir at liberali hægstarættardómarin, Ruth Bader Ginsberg doyði í september.

- Hon verður fantastisk. Hon fer at sita har í langa tíð, segði Trump á einum veljarafundi í Pennsylvania í gjár, skrivar AFP tíðindastovan.

Hægstarættardómarar í USA verða sitandi í sessinum so leingi teimum lystir.

Demokratarnir vildu annars, at bíðað varð við at tilnevna nýggja dómaran til eftir forsetavalið 3. november. Hetta ynskið varð víst aftur av republikanarunum.

Sambært Reuters er tað ikki hent fyrr í nýggjari tíð, at ein hægstarættardómari er tilnevndur so stutt upp undir val í USA.

Tí hevur tað vakt vreiði millum demokratar, at valtilgongdin varð skundað ígjøgnum. Ikki minst orsaka av, at republikanararnir í 2016 forðaðu fyri, at Barack Obama, forseti fekk høvi at tilnevna ein nýggjan hægstarættardómara.

Tá søgdu republikanararnir orsøkina vera, at tað var so stutt til valið. Hetta var tíggju mánaðir frammanundan forsetavalinum. Republikanararnir talaðu eisini fyri, at komandi forsetin skuldi fáa høvið at tilnevna dómaran.

Við valinum av 48 ára gomlu Amy Coney Barrett til nýggjan dómarar, fær konservativi vongurin meiriluta í hægstarætti við seks av teimum níggju dómarunum.

Donald Trump hevur í síni forsetatíð nú tilnevnt og fingið góðkend tríggjar nýggjar dómarar til hægstarætt.

Hægstirættur hevur boðað frá, at Amy Coney Barrett verður sett í arbeiðið í dag. Almenna setanarhátíðarhaldið verður seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder