
Føroyski violinleikarin Andrias Blaasvær vann herfyri 1. virðisløn í kappingini Malta International Composition Competition fyri eitt verk fyri solo violin.
Talan er um eitt verk, sum Andrias skrivaði og framførdi fyri norsku Sonju drotning, tá hon vitjaði í Føroyum á sumri 2023.
Kappingin er hildin av Central Academy í Malta og hevur nógvar ymiskar greinar, sum tónleikarar kappast í, eitt nú í violinspæli, sangi, klaveri, kamartónleiki, violinbygging og kompostión. Kappingin endar við einum hátíðarhaldi í september, har virðislønirnar verða handaðar.
Andrias Blaasvær er í løtuni í gongd við at skriva eina klavertrio, sum verður frumframførd til Summartónar 2025. Eisini er hann í gongd við at innspæla sína stóru sonatu fyri solo violin, sum væntast at verða útgivin í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald