Innanlands

Andrias Høgenni vann Geytan

Filumurin "Ikki illa meint" vann heiðurin. Julia í Kálvalíð fór avstað við áskoðaraviðurslønini

2019-02-24 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta filmar vórðu tilnevndir til Geytavirðislønina, ið varð handað í Norðurlandahúsinum í gjár. Tað var fullur salur, tá filmarnir vórðu sýndir. 

Tað endaði við, at Andrias Høgenni vann Geytan, sum vað letin besta stuttfilminum. Ikki illa meint snúði seg um tvær kvinnur, Facebook og tað sosiala lívið. Dómsnevndin metti, at filumrin var ógvuliga hegnsiliga gjørdur. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, stóð fyri handanini. Umframt sjálvan Geytan, fekk Andrias Høgenni 30.000 krónir.

Í filmsnevndini, sum valdi Geytavinnaran, vóru Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya.

Ein áskoðaraviðursløn varð eisini givin. Hana fekk Julia í Kálvlíð fyri filmin Omman, ið snýr seg um eina ommu, ið doyr á einum tjaldingartúri eftir ov nógv rúsdrekka, og ommusynirnir ið finna hana. Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommmunu, handaði Juliu í Kálvalíð áskoðaravirðislønina. Talan er um 25.000 krónur.

Filmarnir sum vóru í uppskoti: 

12. LeikstjórarHanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.

Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð

Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni

Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban

Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum

Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal 

Et visit. Leikstjóri: Sára Wang

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder