Mentan

Andrias Høgenni vitjaði á Ráðhúsinum í Havn

- Spennandi verður at fylgja yrkisleiðini hjá Andriasi, sum eisini vísir, at arbeiðir tú miðvíst og við dugnasemi, so røkkur tú langt, segði Annika Olsen, borgarstjóri

Andrias Høgenni, filmsleikstjóri og Annika Olsen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Andrias Høgenni, filmsleikstjóri og Annika Olsen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-07-20 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri framdi ungi havnarmaðurin, Andrias Høgenni, tað bragd at vinna virðisløn á filmsfestivalinum Cannes í Fraklandi.

Hann vann Canal+ virðislønina í Semaine de la Critique fyri stuttfilmin “Ikki illa meint”.

Les eisini: Føroyskur stuttfilmur vunnið virðisløn í Cannes

Í vikuni var Andrias Høgenni á gátt hjá borgarstjóranum saman við familjuni, har tey fingu eitt prát um film og framtíðarætlanir, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Filmsleiðin hjá Andrias Høgenni byrjaði í Klippfisk, sum Tórshavnar kommuna hevur stuðlað væl øll árini. Síðani er nógv hent hjá filmsleikstjóranum, men enn vitjar hann javnan í Klippfisk, har hann eisini undirvísir í filmsskeiðum.

Cannes er filmsstevna fram um aðrar, og virðislønin í Cannes hevur eisini latið nýggjar dyr upp hjá føroyska filmsleikstjóranum.

- Spennandi verður at fylgja yrkisleiðini hjá Andriasi, sum eisini vísir, at arbeiðir tú miðvíst og við dugnasemi, so røkkur tú langt, segði Annika Olsen, borgarstjóri, millum annað, tá ið hon tók ímóti Andriasi Høgenni og familjuni á Ráðhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder