Uttanlands

Andstøðan í Simbabvi góðtekur ikki valúrslitið

Mótstøðumaðurin hjá forsetanum góðtekur ikki valúrslitið, tí hann sigur at svik hevur gingið fyri seg.

Andstøðuleiðarin, Chamisa (t.h.) vil ikki góðtaka valúrslitið, sum gevur Mnangagwa (t.v) meirilutan.

Andstøðuleiðarin, Chamisa (t.h.) vil ikki góðtaka valúrslitið, sum gevur Mnangagwa (t.v) meirilutan.

2018-08-03 16:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í vikuni var fyrsta val í Simbabvi aftaná at Mugabe var trýstur frá valdinum eftir 30 ár sum forseti. Fyri valið segðist, at tað var tætt ímillum sitandi forseta Mnangagwa og andstøðuleiðaran, ið nevnist Chamisa. Eftir valið var greitt, at flokkurin hjá sitandi forsetanum hevði vunnið flest sæti í tinginum, men tað tók fleiri dagar áðrenn úrslitið av forsetavalinum varð kunngjørt. 

Seint í gjár varð úrslitið kunngjørt eftir at alheimssamfelagið hevði lagt trýst á valráðið í Simbabvi, og har var greitt at Mnangagwa skuldi sita víðari sum forseti, tí hann hevði fingið 50,8 prosent av atkvøðunum, ímeðan stóra andstøðuvalevnði einans fekk 44.3 prosent av atkvøðunum. Annars er vallógin í Simabvi sett soleiðis saman, at endurval skal vera, um eitt valevni ikki hevur vunnið meira enn helmingin av atkvøðunum, men hetta eyðnaðist akkurát hjá forsetanum. 

Í dag hevur Chamisa tó skrivað á Twitter, at hann ikki góðtekur valúrslitið. Hann sigur at tað er falskt og at val-agenturin hjá hansara flokki ikki slapp at vera við, tá úrslitið varð avdúkað. 

Tað hevur verið ófriður í Harare, sum er høvuðsstaðurin í Simbabvi, síðani valið. Herðurin hevur skotið eftir andstøðustuðlum, sum ikki vildu góðtaka boðini um, at Mnangagwa helst hevði vunnið valið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder