Uttanlands

Andstøðuflokkurin í Simbabvi noktar fyri at hava tapt

MDC vildi ikki viðurkenna valúrslitið

Valnevndin boðar frá úrslitinum av forsetavalinum (Mynd: Ritzau)

Valnevndin boðar frá úrslitinum av forsetavalinum (Mynd: Ritzau)

2018-08-03 07:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Allar atkvøðurnar til forsetavalið í Simbabvi eru nú taldar, og tað gjørdist forsetin, Emmerson Mnangagwa, sum vann valið. Men hetta vil andstøðuflokkurin MDC ikki viðurkenna, sigur formaðurin Morgan Komichi.

Komichi sigur, at valúrslitið ikki er váttað, og at hetta er brot á vallógina. Komichi breyt eina beinleiðis sending í sjónvarpinum av, har boðast skuldi frá valúrslitinum. Heldur vildi hann vísa á, at hansara flokkur ikki hevur váttað valúrslitið, og tí er valúrslitið falskt, skrivar Reuters. Eftir at hava brotið sendingina av, varð hann førdur burtur av løgreglufólki.

Valnevndin kundi síðani boðað frá, at Mnangagwa vann valið við 50,8 prosent av atkvøðunum, meðan valevnið hjá MDC; Nelson Chamisa, fekk 44,3 prosent av atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder