Uttanlands

Andstøðustuðlar í Simbabvi skotnir

Herðbólkar í Simbabvi hava skotið eftir mótmælisfólkum, ið ákæra forsetan fyri at hava svika í valinum, sum var fyrradagin

Emmerson Mnangagwa (t.v.) og Nelson Chamisa (t.h.)

Emmerson Mnangagwa (t.v.) og Nelson Chamisa (t.h.)

2018-08-01 16:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Sambært BBC hevur andstøðan ikki góðtikið úrslitið av valinum, sum talar fyri at  Emmerson Mnangagwa verður afturvaldur sum forseti. Hava herðbólkar skotið eftir mótmælisfólkum á gøtunum í Harare, sum stuðla andstøðuni í hesum ákærum. 

Minst ein maður er sambært BBC deyður av skottilburðunum. 

Flokkurin hjá forsetanum, Zanu-PF, hevur vunnið ein stóran meiriluta av tinginum, men úrslitið av forsetavalinum er ikki kunngjørt enn. ES-eygleiðarir av valinum hava funnist at, at tað tekur so langa tíð at kunngerða úrslitið. 

Forsetin hevur á Twitter eggja til frið og biður fólk um at vísa tolsemi, ímeðan andstøðu flokkurin vil vera við at teirra valevnið, Nelson Chamisa, vann valið mánadagin. Valið var søguligt, tí tað er fyrsta valið síðani Mugabe, sum stýrdi Simbabvi við harðari hond í 30 ár, fór frá.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder