Fyrrapartin skrivaðu Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna undir avtalu, har Visit Nólsoy fær stuðulsjáttan frá kommununi afturfyri at reka virksemi lýst í sáttmála.
Endamálið og uppgávurnar hjá Visit Nólsoy eru í høvðusheitum at reka kunningarstovu í oynni og kunna um ferðavinnu og ferðavinnutiltøk. Harumframt skal Visit Nólsoy saman við nólsoyingum og ferðavinnuni annars menna tiltøk til ferðafólk í oynni.
Anja Hartmann Wardum fer at reka Visit Nólsoy komandi árini. Sáttmálin er galdandi fram til árslok 2022. Møguleiki er fyri at leingja avtaluna 2 ár.
Arbeiðið at menna eina ferðavinnuætlan fyri Nósoy heldur fram.
Visit Nólsoy skuldi eftir ætlan lata upp 1. mai, men vegna stóra stongsilin byrjar virksemið hjá Visit Nólsoy væntandi eitt sindur seinni í ár. Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá Visit Nólsoy.
Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini, skrivaðu undir fyri Tórshavnar kommunu, og Anja Hartmann Wardum skrivaði undir fyri Visit Nólsoy.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald