2021-11-18 06:59
Sunnudagin letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður seinnapartin, og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at røða.
Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 16. desember.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin gerandisdagar millum kl. 14 og 17 og sunnudagar frá kl. 15 til 18, ella eftir avtalu við eigarnar av Gamla Seglhúsinum.
Víst verður til Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald