Hon fekk beint undir 3.000 atkvøður til fólkatingsvalið í 2022 og hevur røkt sessin fyri Sambandsflokkin síðani.
Tá fólkatingsval varð útskrivað fyri viku síðani, dagin eftir at Aksel V. Johannesen hevði trýst á knøttin í Føroyum, staðfesti Anna Falkenberg, at hon hevði hug at stilla upp til bæði valini.
Sí eisini: Sambandsflokkurin: - Eingin forðing fyri at Anna Falkenberg stillar upp til løgtingsvalið eisini
Í hesari vikuni er tað staðfest: Anna Falkenberg verður á báðum listunum í síðstu fullu vikuni í mars.
Sum skilst hevur Sambandsflokkurin ongar ætlanir um, at sami persónur skal røkja báðar sessir - um so er at flokkurin aftur vinnur sær fólkatingsess.
Og Anna Falkenberg staðfestir sína støðu í boðum á sosialum miðlum fyrrapartin:
- Eg fái ofta spurningin: “ Hvat gert tú, um tú verður vald á bæði fólkating og løgting?” Spurningurin er sera relevantur, tí eg fari ikki at sita í tveimum sessum í senn.
Anna Falkenberg heldur fyri við hesum fær "veljarin møguleikan at velja seg í tann sessin, sum tey halda hana best kunna røkja". Síðani er að upp til flokkin.
- Komi eg í ta støðu, at eg verði vald bæði á fólkating og løgting, so velji eg tann sessin, sum Sambandsflokkurin vil hava meg at røkja, staðfestir núverandi fólkatingsumboðið.
Fólkatingsvalið er tveir dagar áðrenn løgtingsvalið. Tá Anna Falkenberg stillaði upp til løgtingsvalið í 2019, fekk hon 167 atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald