Innanlands

Anna Falkenberg hevur hug at stilla upp til bæði valini

- Og so er tað upp til flokkin at taka endaliga støðu. Fólkatingskvinnan váttar fyri FM1 og Portalinum, at hon kann standa á Sambandslistanum til løgtingsvalið um ein mánaða

Anna Falkenberg flúgvandi inn á Fólkating við 2971 persónligum atkvøðum á valinum 31. oktober 2022. Nú er spurningurin, hvar sambandskvinnan verður eftir valini í mars

Anna Falkenberg flúgvandi inn á Fólkating við 2971 persónligum atkvøðum á valinum 31. oktober 2022. Nú er spurningurin, hvar sambandskvinnan verður eftir valini í mars

2026-02-26 12:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi hugsað eitt sindur um hetta, millum annað í dag, og sum tað sær út nú, havi hug at stilla upp til bæði valini.

Soleiðis segði Anna Falkenberg, tá fólkatingskvinnan tosaði við Árna Gregersen í FM1-tíðindunum fyri løtu síðani.

Hon var stødd í Fólkatinginum, har Mette Frederiksen fyri løtu síðani útskrvaði val at vera týsdagin 24 mars.

Les eisini: Fòlkatingsval á skránni 24. mars

[object Object]

Hetta eru tveir dagar áðrenn løgtingsvalið, og spennandi verður at síggja um sambandskvinnan eisini stillar upp til bæði.

Anna Falkenberg váttar fyri FM1 og Portalinum, at hon stillar upp aftur til fólkatingsvalið, og at tað er væl møguligt, at hon eisini verður á valevnislista hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið 26. mars.

- Um flokkurin vil hava meg til bæði valini eri eg til reiðar.

Hetta er ikki endaliga avgjørt - Sambansflokkurin skal taka støðu til, um Anna Falkenberg skal á listan. Tað skulu ymiskar tilgongdir í gongd.

Hon kom flúgvandi inn á Fólkating við 2971 persónligum atkvøðum á valinum 31. oktober 2022.

Hoyr meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder