2023-01-06 11:29
Anna Falkenberg er forkvinna og Sjúrður Skaale er næstformaður í føroyanevndini í Fólkatinginum.
Fólkatingið hevur valt føstu nevndirnar eftir valið og eftir at stjórnin er skipað. Í nevndini eru 29 limir
Umframt Onnu og Sjúrð, eru Sólbjørg Jakobsen úr Runavík, sum er fólkatingslimur fyri Liberal Allianace, og Bjørn Brandenborg, fólkatingslimur fyri Sosialdemokratarnar, og sum er hálvur føroyingur.
![]()
Sólbjørg Jakobsen (Mynd: Fólkatingið)
![]()
Bjørn Brandenborg (Mynd: Fólkatingið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald