Innanlands

Anna Oluffa hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár

Fríggjadagin var hátíðarhald í Stjørnulon í sambandi við 25 ára starvsdag hjá Onnu Oluffu Johansen

2025-06-28 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var hátíðarhald í dagtilhaldinum Stjørnulon í sambandi við, at Anna Oluffa Johansen hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.

Hon byrjaði í 2000 sum heimahjálp, og síðan 2008 hevur hon arbeitt í Stjørnulon, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Heilsu- og eldranevndini hjá Tórshavnar kommunu, var vegna býráðið og heilsaði uppá Onnu Oluffu fríggjadagin.

Hon segði millum annað:

– Øll arbeiðspláss hava brúk fyri støðugum starvsfólkum.

– Tey hava drúgvar royndir og eru sjáldan ráðaleys, tí tað er ikki ofta, at tey koma út í støður, tey ikki onkursvegna hava upplivað fyrr. Tí kunnu onnur starvsfólk eisini lena seg upp at teimum, spyrja tey um ráð ella bara eygleiða, hvussu tey arbeiða.

– Eisini tí kunnu vit sum kommuna fegnast um fólk sum teg, Anna Oluffa, sum geva ein so stóran part av sínum lívi og av sær sjálvum til sítt fak og til at vera nakað fyri onnur.

– Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum í kommununi – og takk fyri."

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder