Mentan

Anna Seppälä í Steinprenti

Framsýningin hjá vælkendu finsku listakvinnuni letur upp leygardagin kl. 15

2021-03-05 16:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 6. mars klokkan 15 letur upp framsýning við vatnlita- og gouachemyndum hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä í Steinprenti. 

Anna Seppälä er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum, har hon hevur sýnt fram í yvir 20 ár bæði á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum, og á serframsýningum.

[object Object]

Kinna Poulsen, listaummælari, sigur soleiðis um listina hjá Onnu Seppälä:

– Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Undirgangskenslan og vakurleikin eru intenst skyggjandi sum í filminum Melancholia hjá Lars von Trier. Trø, plantur og blómur eru týdningarmikil myndevni hjá listakvinnuni. Í myndum av trøum og fólkum lýsir hon hvussu alt hongur saman; hár og æðrar hjá menniskjanum vaksa saman við røtrunum á trøunum og á henda ítøkiliga hátt verður víst á samanhangin millum okkum og alheimin.

– Ofta eru menniskju og bygningar endurgivin í lítlari stødd. Í staðin eru tað náttúran og blómurnar, sum taka yvir júst sum í romantiskum málningum í 19. øld. Kortini er eingin ivi um, at hugsunarhátturin er modernaður. Hygg bara at coronamyndini í erva av sóttarhaldsútsýni gjøgnum eitt vindeyga yvir á háhús og myrkabláviolettan himmal og so fremst í forgrundini í vindeygakarminum stendur ein appilsingulur urtapottur við reyðum blómum og lýsir alt myndarúmið upp sum neyðrakettir á nýggjárinum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder