Innanlands

Annbjørg Abrahamsen verjir sína ph.d-ritgerð um ein mánaða

Almenna verjan verður í Kongshøll. Ritgerðin snýr seg serliga um, hvussu yvirmøði ávirkar kognitivu avrikini hjá fiskimonnum - í høvuðsheitinum er hetta nakað, sum økir um vandan fyri vanlukkum umborð, umframt at hava negativar avleiðingar fyri sálarliga og kropsliga heilsu

Dáturnar vóru savnaðar yvir 15 mánaðar frá 18 túrum við 15 ymsum skipum

Dáturnar vóru savnaðar yvir 15 mánaðar frá 18 túrum við 15 ymsum skipum

2023-03-15 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 14. apríl klokkan 13:00 fer Annbjørg Abrahamsen at verkja sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Ritgerðin kallast "Fatigue, Sleepiness and Sleep among Faroese Fishers".

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá í kunningarskrivi á heimasíðu sínari. 

Í ritgerðini um hvíld, ella manglandi hvíld hjá sjófólki, hevur Annbjørg Abrahamsen kannað, hvussu yvirmøði (fatigue) ávirkar kognitivu avrikini hjá fiskifólki, sum sigla við ísfiskalínuskipum, frystilínuskipi, trolarum undir 40 tons og garnaskipum. Hetta verður kannað við fleiri subjektivum og objektivum kanningaramboðum.

- Dáturnar vóru savnaðar yvir 15 mánaðar frá 18 túrum við 15 ymsum skipum: 90 monnum við ísfiskalínuskipum, 14 monnum við frystilínuskipi, 34 monnum við garnaskipi og 19 monnum við útróðrartrolbátum størri enn 40 tons.

[object Object]

Samanlagt luttóku 157 mans við tilsamans 202 døgum á sjónum, samsvarnadi 1.822 persóndagar (persóndagar = talið av manning faldað talið av døgum til skips), upplýsir setur.fo

- Felags fyri hesar skipabólkar var, at teir bert høvdu eina manning og onga skipan fyri frítúrar. Subjektivar dátur um arbeiði og arbeiðssøgu, arbeiðstímar og mentala og fysiska heilsu varð savnað við spurnabløðum. Dátur um svøvn og tyngd (tyngd = sleepiness) skrásettu luttakararnir í dagbókum, sum vórðu førdar allan túrin. Tyngdin skuldi skrásetast minst annanhvønn vøkutíma á einum skala frá 1-9 (1 = sera árvakin og 9 = sera linur, stríðist við at halda meg vaknan), umframt at skráseta klokkutíðina, tá ið teir løgdu seg (at sova), og tá ið teir vaknaðu.

Actigraphy, eitt ur við innbygdum sensorum, sum skrásetir rørslu, varð borið á ikki-dominantu hondini, fyri at fáa eitt objektivt svøvnmát.Larmur varð máldur við einum docimetri, sum loggar desibel (dB(A)) á øllum arbeiðs- og hvílistøðum, fyri objektivt at kanna, hvussu larmur ávirkar møðina.

Luttakararnir gjøgnumførdu allar kanningarnar fyrst á túrunum, og aftur síðst á túrunum áðrenn hvíld. Endamálið við kanningunum var at fáa eitt kvantitativt mát fyri, hvussu arbeiðsumvhørvið og eksponeringsvariablar ávirkaðu teirra yvirmøði og harvið kognitivu avrikini.

Kann vera vandamikið

Úrslitini vístu, at luttakararnir í hesi kanning eru ein yvirtroyttur bólkur, sum hevur langar arbeiðsdagar, samstundis sum svøvnurin er væl minni enn almennu tilmælini fyri at røkja lívsneyðugar sálarligar og kropsligar funktiónir.

Hettar var endurspeglað við einum avmarkaðum visuospatialum minni, longdum reaktiónstíðum og lutfalsliga fleiri luttakararum, sum høvdu eina reaktiónstíð >1 sekund síðst á túrinum.

Harumframt sást, at sjómenn skrásettu hægri stigatal á KSS síðst á túrinum samanborið við fyrst á túrinum. Hettar kann viðføra øktan vanda fyri vanlukkum, umframt at hava negativar avleiðingar fyri sálarliga og kropsliga heilsu hjá teimum sum fiska á sjónum.

Til ber at lesa meira um úrsltini á setur.fo

Verjan hjá Annbjørg Abrahamsen er almenn og verður hon á enskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder