Mentan

Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen á Summar Festivalin

Hittini hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh verða spæld á Vágsbø

2022-04-30 11:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvær av stóru songkvinnunum í donskum poppi hava konsert á Vágsbø í august. Í 1980’unum og 1990’unum høvdu tær óteljandi sangir á hittlistunum, og nógvir av sangunum eru vorðnir poppklassikarar.

Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen vóru sangarar í bólkinum Tøsedrengene, sum hittaði við fangandi og vælspældum poppsangum sum »Indianer«, »Sig du ka’ li’ mig«, »Ud under åben himmel«, »Vi var engang så tæt« og »Så gik der tid med det«.

Eftir at Tøsedrengene góvust at spæla í 1985, hildu Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen fram við teirra yrkisleiðum sum sangarar, og tær hava verið partur av donskum tónleikalívi síðan. Anne Dorthe hevur framført nógv sum solistur, og tað hevur Maria Bramsen lutvíst eisini gjørt. Maria Bramsen var eisini songkvinna í poppbólkinum Ray Dee Ohh, sum hevði fleiri hitt árini frá 1988 til 1991 – eitt nú »Jeg vil la’ lyset brænde« og »Mandags-stævnemøde«.

Anne Dorthe og Maria hava nú savnað sínar bestu sangir og framføra teir í bólkinum Anne Dorthe & Maria. Saman við teimum spæla nakrir av dugnaligastu live-tónleikarum í Danmark, og tí verður lagt upp til eina ordans poppkonsert, tá ið tær spæla Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder