
- Kirkjuliga Heimamissiónin er ein leikfólkarørsla innan føroysku Fólkakirkjuna. Í Heimamissiónini kunnu øll – líkamikið útbúgving – møtast og luta lív og trúgv hvør við annan. Formaðurin í høvuðsstýrinum hevur ofta verið prestur og flestu starvsfólkini leikfólk. Eisini í høvuðsstýrinum eru fleiri leikfólk.
Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari í samband við, at rørslan hevur skift næstformann: Eitt leikfólk avloysir ein prest, sum fyribils hevur havt hetta sæti.
Símun Persson Jacobsen er formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann er eisini prestur í Sjóvar prestagjaldi. Ovi Brim er eisini sóknarprestur - í Nes Prestagjaldi. Hann hevur verið næstformaður í Kirkjuligu Heimamissiónini síðani Mariann Djurhuus Poulsen fór úr høvuðsstýrinum fyrst í 2021.
Hon er fólkaskúlalærari av Strondum, og tað er nýggja næstforkvinnan eisini. Heimasíðan trubodin.fo skrivar, at Annelisa Rasmussen varð vald á høvuðsstýrisfundinum mikukvøldið.
- Hvør einstakur hevur sín leiklut í samstarvinum millum Heimamissiónina og Fólkakirkjuna, og í rørsluni er eisini umráðandi at meta um javnvágina, hvussu rørslan er skipað, soleiðis at tað týðiliga endurspeglað, at rørslan er ein leikfólkarørsla, men at tað samstundis er púra greitt, at rørslan stendur mitt í føroysku Fólkakirkjuni.
Greitt er eisini, at presturin Ovi Brim heldur fram sum limur í høvuðsstýrinum. Høvuðsstýrið takkar honum fyri stóra arbeiðið, hann hevur gjørt sum næstformaður, og fegnast um framvegis at kunna njóta gott av hansara mongu førleikum.
Samstundis verður ynskt Annelisu Rasmussen til lukku við valinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald