Innanlands

Annfinnur Garðalíð afturvaldur

Ingi Kerlok, Martin í Grund, Arnfinn Hansen og Jónsvein Lyngvej Poulsen eru nýggir í nevndini, og Elias Zachariassen heldur fram sum næstformaður. Hetta er greitt eftir ársaðalfundin hjá Føroya Skipara- og navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð fer næsta ár undir sítt níggjunda ár sum formaður í Føroya Skipara- og navigatørfelag, har millum annað sáttmálasamráðingar eru á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

Annfinnur Garðalíð fer næsta ár undir sítt níggjunda ár sum formaður í Føroya Skipara- og navigatørfelag, har millum annað sáttmálasamráðingar eru á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-29 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annfinnur Garðalíð fer næsta ár undir sítt níggjundi ár sum formaður í Føroya Skipara- og navigatørfelag. Hetta er greitt eftir ársaðalfundin, sum var í gjár á Hotel Hilton Garden Inn. 

Maðurin av Skálafjørðinum varð fyrstu ferð valdur í sessin fyri júst átta árum síðani - 29. desember 2014.

Øll hesi árini hevur Elias Zachariassen verið næstformaður - hann varð eisini afturvaldur í gjár.

Kringvarpið skrivar, at á ársaðalfundinum stóðu seks nevndarlimir í ár fyri vali. Nevndin telur 11 fólk.

- Fýra nýggja andlit eru nú at síggja í nevndini. Tey eru Ingi Kjærlokk, Martin í Grund, Arnfinn Hansen og Jónsvein Lyngvej Poulsen, skrivar kvf.fo.

Í samrøðu við Kringvarpið í gjárkvøldið kom royndi formaðurin millum annað inn á útskotnu sáttmálasamráðingarnar, ið eru fyri framman, umframt møguleikan fyri styttri arbeiðsviku og hvat hann sær sum jaligt og neiligt við teimum ætlanunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder