Týsdagin 29. januar vardi Annika Jacobsen ph.d. ritgerð sína í bioinformatik, ið kallast “Reasoning about cell dynamics using network models” við Vrije Universiteit Amsterdam.
Annika Jacobsen er starvssett sum granskari á hesum sama universiteti í Amsterdam.
Í ritgerðini verða molekylerar orsøkir til kompleksar sjúkur, eitt nú krabbamein, granskaðar við at nýta teldumodell. Tey ymsu teldumodellini eru bygd á ymsar fortreytir, t.d. nágreiniligari vitan ella heilt lítla vitan um tær molekylæru interaktióninar. Við lítlari vitan varð antin big data nýtt til at fáa meira innlit ella vóru allar møguligu kombinatiónir kannaðar.
Høvuðsvegleiðari var Jaap Heringa, dr. professari, og K. Anton Feenstra, dr. var hjávegleiðari. Báðir starvast á The Centre for Integrative Bioinformatics (IBIVU), Department for Computer Science, Faculty of Science, Vrije Universiteit Amsterdam.
Meira om doktararitgerðina hjá Anniku Jacobsen á gransking.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald