Innanlands

Annika Olsen: - Kasti ikki Tórshavnar kommunu út í ábyrgdarloysi

Verður Annika Olsen vald á fólkating, fer hon í farloyvi frá tí sessinum til skeiðið sum borgarstjóri er av

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin (Skíggjamynd: KVF)

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin (Skíggjamynd: KVF)

2019-05-28 20:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annika Olsen boðaði í síðstu viku frá, at hon var til reiðar at fara úr borgarstjórasessinum, skuldi hon verið vald í fólkatingi fyri Fólkaflokkinum. Tað endurtók hon í Andglettinum í sjónvarpinum í kvøld. Hon segði eisini, at hon fer at taka farloyvi í fólkatinginum í eitt ár ella so, tá kommunuval aftur er, og nýggjur borgarstjóri møguliga skal finnast.

- Eg havi boðað frá, at eg taki við fólkatingssessinum um so er, at eg fái álit frá veljaranum at gera tað, men eg havi eisini boðað frá, at eg taki farloyvi frá fólkatinginum, so leingi eg siti sum borgarstjóri.

Hon fer ikki at geva borgarstjórasessin frá sær, og kasta Tórshavnar kommunu út í ábyrgdarloysi, sigur hon.

- Tað er eitt ár eftir av mínari periodu, og eg vil gjarna sita perioduna út, tí eg kasti ikki Tórshavnar kommunu út í ábyrgdarloysi.

Á Facebook seinastu dagarnar hevur verið gitt dúgliga um hvør skuldi yvirtaka borgarstjórasessin, um Annika Olsen fór á fólkating. Millum annað hevur Tórbjørn Jacobsen hevur gitt, at Heðin Mortensen mundi fara at blíva borgarstjóri aftur.

Andgletturin við Fólkaflokkinum sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder