Innanlands

Annika Olsen: - Nú stendur Nólsoy fyri tørni

Borgarstjórin í Havn gleðist um betri ferðasamband til Hest, men nú er at loysa avbjóðingina við farleiðini til og úr Nólsoy

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-01-15 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fegnast um at ein loysn er funnin fyri farleiðina út í Hest. Ferðasambandið hevur als ikki verið nøktandi, og Tórshavnar kommuna hevur fleiri ferðir heitt á landsins myndugleikar um at fáa viðurskiftini í rætt lag, sigur borgarstjórin

Men nú er at loysa avbjóðingina við farleiðini til og úr Nólsoy sigur Annika Olsen. Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt spurnarkanning millum nólsoyingar hvørt tørvur er á fleiri túrum og nær.

- Sambært kanningini er tørvurin størstur seinnapartar og í vikuskiftinum. Tað hevur alstóran týdning, at vit tryggja ferðasambandið millum oyggjarnar, tí hetta er ein neyðug fortreyt, skal tað vera lív lagað á bæði í Hesti og Nólsoy, sigur borgarstjórin.

Tórshavnar kommuna var á fundi við landsstýrismannin í samferðslumálum í gjár, og Annika Olsen sigur, at tey hava stórar vónir til at hendan avbjóðingin nú verður loyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder