- Tað er ein nýggj støða nú. Tað eru 2400 fólk, sum hava mótmælt verkætlanini. Tað mugu vit fyrihalda okkum til, hóast tað ikki er núsitandi býráð, sum hevur samtykt at brúka Skálatrøð til staðseting fyri tjóðleikhúsinum.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, eftir at hon hevur fingið 2400 mótmælisundirskriftir um staðseting av tjóðleikhúsinum á Skálatrøð frá Høgna Lützen. Hon greiðir frá, at tað var áðrenn seinasta býráðsval, at samtykt varð at brúka Skálatrøð at byggja tjóðleikhús á, og at tað er landið, og ikki kommunan, sum fer at byggja leikhúsið.
Sí eisini: Video: Handaðu borgarstjóranum 2400 undirskriftir
- Hetta málið er faktiskt avgreitt av undanfarna býráði, har tað varð samtykt av einum breiðum meiriluta. Tá vóru ongin mótmæli og tað hava ikki verið nøkur mótmæli til nú, tá mentamálaráðið leggur uppskot fyri tingið um at gera tjóðleikhús, har staðsetingin hjá býráðnum eisini er við, sigur Annika Olsen, sum fegnast um, at høvi nú verður at viðgera spurningin av nýggjum, tí løgtingið allarhelst ikki fer at samtykkja lógina um tjóðleikhús áðrenn summarfrítíðina.
Les eisini: Høgni Lützen: Nú verður hon noydd at makka rætt
Høgni Lützen, sum handaði borgarstjóranum undirskriftirnar, hevur sagt, at borgarstjórin, Annika Olsen, og varaborgarstjórin, Gunvør Balle, hava verið arrogantar í síni framferð ímóti teimum, sum eru ímóti at tjóðleikhús skal vera á Skálatrøð. Hesum vísir Annika Olsen aftur.
- Eg haldi ikki at vit hava verið arrogantar, tvørtur ímóti. Tað varð sagt at eg ikki vildi taka ímóti undirskriftum frá Høgna, men tað var tí at hann segði ymiskt ósatt um mína hugsjón í útvarpinum, og eg segði við hann, at eg ikki hevði hug at taka ímóti undirskriftum frá einum, sum segði ósatt um meg, sigur Annika Olsen, sum tó leggur dent á, at tey sjálvandi ikki høvdu nakrar ætlanir um, ikki at taka ímóti undirskriftunum.
Eitt annað, sum spurningurin um tjóðleikhús á Skálatrøð nertir við, er spurningurin um magnul uppá parkeringspláss í høvuðsstaðnum. Nær kunnu havnaborgarir rokna við at fáa fleiri parkeringspláss?
- Vit kunnu sikkur gera okkurt fyri at fáa nøkur parkeringspláss afturat. Men eg haldi tað er týdningarmikið at taka ta stóru heildarloysnina. Tað er tí eg havi reist hesa ætlanina við parkeringstunnli, sigur Annika Olsen, sum vísir á at hugskotið um parkeringstunnil verður viðgjørt í býráðnum í næstum, har jarðfrøðiligar kanningar eisini skulu gerast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald