Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, stillar upp til fólkatings- og løgtingsvali. Tað váttaði hon fyri VP fyrr í dag, og tað segði hon eisini í Degi & viku í kvøld.
Hon hevur annars áður lagt fram uppskot fyri løgtingi um at borgarstjórar ikki kunnu sita á tingi. Men nú vissar Annika Olsen um, at verður hon vald, fer hon ikki at sita í báðum sessum samstundis.
- Tað skal eitt ómetaliga stórt arbeiði til at vera valdur, so tað ikki nakað, sum er givið frammanundan, at man kann velja millum allar møguligar sessir, segði Annika Olsen við Dag & viku.
Hetta er ivaleyst eitt gott valevni hjá Fólkaflokkinum í Havn at hava á listanum. Flokkurin hevur ikki so sterka umboðan á tingi í høvuðsstaðnum í løtuni, og tí hjálpir hetta væl upp á støðuna.
- Tá tað er eitt val, ræður um at hava so sterkan og breiðan lista sum til ber. Sjálvandi stillar man upp fyri flokkin fyri at hjálpa flokkinum at fáa so gott val sum til ber, segði hon við Dag & viku.
Annika Olsen fekk næstflest atkvøður á listanum hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið í 2015. Hon fekk 961 atkvøður. Á fólkatingsvalinum sama ár fekk hon 1.754 atkvøður.
Havnar Framburðsfelag, sum er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum, hevur fyrsta uppstillingarfund í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald