Innanlands

Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri í Klaksvík komandi vikuna

Karl H. Johansen er burturstaddur fram til 21. januar

Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum (Savnsmynd)

Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum (Savnsmynd)

2026-01-16 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag, 16. januar til 21. januar er Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri í Klaksvík, meðan Karl H. Johansen, borgarstjóri er burturstaddur, boðar Klaksvíkar kommuna frá.

Annika S. Biskopstø tók fyrstu ferð sæti í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi í valskeiðnum 2021-2024. Hon er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum.

Umframt at vera varaborgarstjóri, er Annika S. Biskopstø eisini forkvinna í trivnaðarnevndini Børn og Ung.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder