Innanlands

Annsy Høghamar heldur fram sum borgarstjóri á Eiði

Rógvi Egilstoft hevur boðað frá, at hann kemur ikki aftur í borgarstjórasessin, og tí heldur Annsy Høghamar fram í sessinum valskeiðið út

2023-07-03 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku varð boðað frá, at Rógvi Egilstoft, sum hevur verið í barsilsfarloyvi síðan 1. februar, ikki kemur aftur í borgarstjórasessin.

Meðan Rógvi Egilstoft hevur verið í barsilsfarloyvi, hevur Annsy Høghamar verið virkandi borgarstjóri, og á bygdaráðsfundi í dag varð einmælt samtykt, at verandi bygdarráð heldur fram við Annsy Høghamar sum borgarstjóra.

Les eisini: Rógvi Egilstoft fer ikki aftur í borgarstjórasessin

Rógvi Egilstoft hevur longt farloyvið til 1. desember í 2024, og tí heldur Annsy Høghamar fram í sessinum valskeiðið út, skrivar Eiðis kommuna.

Í bygdaráðnum eru: Annsy Høghamar, borgarstjóri; Tonny S. Kruse, varaborgarstjóri; Tummas Súni Joensen; Kristian Martin Juul; Tove Kruse Sørensen; Fríða Jóinsdóttir Joensen; og Rógvi Egilstoft.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder