Innanlands

Rógvi Egilstoft fer ikki aftur í borgarstjórasessin

Eiði kommuna skal velja annan borgarstjóra tað, sum er eftir av hesum valskeiðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-27 12:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rógvi Egilstoft takkar nú fyri seg sum borgarstjóri í Eiðis kommunu. 1. februar fór sandavágsmaðurin og kendi ítróttamaðurin innan bæði fótbólt og talv í barsilsfarloyvi, men nú boðar hann frá, at hann ikki tekur við aftur borgarstjórastarvinum.

Meðan Rógvi Egilstoft hevur verið í barsilsfarloyvi, hevur Annsy Høghamar verið virkandi borgarstjóri.

Heimasíðan hjá Eiðis kommunu endurgevur í dag eina heilsan frá Rógva Egilstoft har hann eisini grundgevur fyri síni avgerð:

- Eftir at hava verið í barsil í eina tíð, havi eg hugsað nógv um, hvussu eg skal gera síðsta hálvtannað árið av borgarstjórasetanini. Privat viðurskifti gera, at eg verði nógv uttanlands hesa tíðina. Hetta, og onnur viðskifti gera, at eg ikki klári at røkja starvið, so væl, sum starvið hevur uppiborið, skrivar hann millum annað.

Les alt skrivið her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder